Sunnukvøldið kl. 18.00 verður 7. og seinasta umfar í Summar Grand Prix runnið í smb. við Ólavsøkurenningina. Fyri at telja við í samlaðu støðuni, skal ein hava luttikið í minst 5 av teimum 7 umførunum. Í opna bólkinum hjá monnum er Marnar Djurhuus vinnari, meðan kappingin í næstu plássini stendur millum Sam Vang, sum stendur sterkast til 2. pláss, Einar Gregersen og Henry Olsen. Í opna kvinnubólkinum vinnur Rigmor N. Arge frammanfyri Astrid Joensen og helst Karin K. Petersen.
Støðurnar eru uppgjørdar og eru at síggja niðanfyri.
1 comment
Nokkso stuttligt at sæď endaligu støďuna. Nú seinasta umfar bleiv runniď 27-07.
Comments are closed.