Home Nýggjastu tíðindi Talentbólkurin í Mikladali

Talentbólkurin í Mikladali

by Hallur Holm

Nú fer at nærkast til okkara ungu talent fara at royna seg í Íslandi. So aftur farna vikuskiftið hevur talentbólkurin verið á venjingarlegu. Hesuferð gekk leiðin heilt norður til Mikladals. Har var sum vituligt eingin rennibreyt, men føroyska nátturan kann til eina og hvørja tíð bjóða ungum sum gomlum av til venjingar.

forside
Á helluni á Trøllanesi

Vit vóru 10 við í ferðalagnum, sum fór við Sam tíðliga fríggjakvøldið. Eftir at komið varð uppá pláss í húsunum hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag, var fyrsta venjingin á skránni. Hetta var ein róligur hugnatúrur gjøgnum bergholið til Trøllanesar.

Fleiri vóru í drógust við skaðar, og tí varð venjingin leygarmorgunin lagað soleiðis, at øll kundu vera við. Eftir lætta upphiting høvdu vit eina bókstavajakt. Sjey postar við sjey ymiskum bókstavum vórðu lagdir runt í bygdini. Uppi sum niðri. So var ein uppgáva givin á gangin, og tá bókstavurin varð funnin, skuldi rennast aftur til útgangsstaðið, har nýggj uppgáva varð latin. Tá allir stavirnir vóru komnir til høldar, skuldi finnast út av, hvørjum orði leitað varð eftir. Loysunarorðið var SVØRÍKI, og var tað Hans, sum aftaná 23 min.  var fyrstur at finna fram til tað.

Seinnapartin leygardagin runnu vit á FIFA-sparkivøllinum, sum varð tikin í nýtslu fyri tveimum árum síðani. Her høvdu vit fyrst eina langa upphiting við eitt sindur av styrkivenjingum og aftaná runnu vit 8  stuttar spurtir.

Eitt heilt vikuskifti uttan teldu og sjónvarp var ein avbjóðing, so tað  kom væl við, tá ein eykamáltíð við eplaskivum varð sett á borðið leygarkvøldið.

Sunnumorgunin máttu vit gera skjótt av. Eftir morgunmat stungu vit í sekkin og fóru beina leið til Klaksvíkar. Seinasta venjingin var ein túrur út til Oyrar. Heimeftir tóku vit nøkur rykk á 100-300 m. Tey skaddu vóru eftir og høvdu styrkivenjing saman við Rúna! Eftir eitt gott bað máttu vit aftur seta ferð á heim til Guttorm at eta Høsnarunga.

Kl. 13.30 fór bussurin til Havnar. Eitt ordiliga bygdasligt 😉 vikuskifti var farið afturum. Vit í FÍF eru heppin at eiga so fittan og raskan ungdóm/børn, og tað er við gleði vit líta fram móti næstu venjingarlegu, sum verður í viku 1.

0 comment
0

Related Articles