Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.
Tilmelding fer fram í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Kirkjubrekku leygarmorgunin 21. mars millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Skráin fyri renningina sær soleiðis út:
09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
10.30 Gentur & Dreingir f.2009 ella seinni – umleið 250m
10.40 Gentur & Dreingir f.2007-2008 – umleið 500m
10.50 Gentur & Dreingir f.2005-2006 – umleið 500m
11.00 Gentur & Dreingir f.2003-2004 – umleið 1,1 km
11.00 Gentur & Dreingir f.1999-2002 – umleið 1,1 km
11.15 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1970-1998 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn veteranar f.1960-1969 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn superveteranar f.1959 ella fyrr – 3,1 km
11.45 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (ella uttanfyri um tað viðrar)
Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttanfyri deildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð.