Home Uncategorized Betri Stórkapping 2 og 5000m á breyt

Betri Stórkapping 2 og 5000m á breyt

by Gunnvá Wardum

Kristihimmalferðardag, hósdagin 26/5, verður Betri Stórkapping 2 á Tórsbreyt frá kl. 13.

Greinarnar, ið kappast verður í hósdagin verða hesar :

– 40 m (børn og 8-9 ár)
– 200 m, (10 ár – vaksin)
– 400 m (8-11 ár)
– 800m (12 ár – vaksin)
– Bóltkast (8-11 ár)
– Diskus (12-17 ár)
– Sleggja (18 ár – vaksin)
– Longdarlop (8-11 ár)
– Trístøkk (12 ár til vaksin)
– 5000 m (15 ár – vaksin) – gevur ikki stig og telur tí ikki við í stórkappingini.

Tilmeldingarfreistin er sunnukvøldið 22/5 á midnátt.
Meldast kann IKKI til á staðnum.

Til hesa kappingina, fara vit fyri fyrstu ferð at royna tilmeldingarskipanina, sum er knýtt at Roster Athletics, sum vit longu brúka sum úrslitaskipan.
Neyðugt er at upprætta brúkara, fyri at kunna melda til.

Tilmeldingin fer fram her
Vegleiðing til tilmeldingina kann lesast her

0 comment
0

Related Articles