Home Uncategorized DM fyri ung í Hvidovre 2022

DM fyri ung í Hvidovre 2022

by Gunnvá Wardum

DM fyri ung (DMU) hevur verið á Hvidovre Stadion hetta vikuskiftið. DMU er meistarakapping fyri ung í aldrinum 14 – 22 ár. Kappast verður í aldursbólkum – 14-15ár, 16-17ár, 18-19 ár, 20-22ár.

Íðkararnir hava havt tveir góðar dagar um vikuskiftið. Í gjár var ein sólríkur dagur. Tó var lotið ímóti allan dagin. Tað merkir fyri tær teknisku greinarnar og sprintirnar, at tað er trupult at bøta um úrslit og harvið at seta nøkur met. Sunnudagurin var ikki líka sólríkur. Tó var vindurin mildari og eisini var hann fyri tað mesta viðvindur.

Til kappingina vóru 10 íðkarar úr Bragdinum, 3 úr Treysti og 1 úr Hvirluni.

Óðin J Glerfoss, 2008, royndi seg í 100m leygardagin og 200m sunnudagin.
100m rann hann í mótvindi (W -1,3) við tíðini 12,79 sek. Hetta er nakað frá hansara persónliga meti, ið er 12,45 sek, sum hann rann á somu breyt í juni í ár, við góðum viðvindi. So hetta havandi í huga, er hetta ein góðkend tíð.
—–
Óðin rann 200m uppá 25,48 sek í nærum vindstilli. Hetta er eitt flott persónligt met hjá Óðini, sum áðrenn var 26,39 sek. Hesa tíðina rann hann til stórkapping 2 í maj.

Sofía Højgaard, 2007 rann 100m við tíðini 14,08 sek í einum mótvindi á -1,1 m/s.
Hennara persónliga besta var 14,29 sek á somu breyt, í einum viðvindi á +1,0 m/s.
So hetta er eitt sera flott persónligt met hjá Sofíu.
——
Hon leyp eisni trístøkk við úrslitinum 8,88m. Hetta er nakað frá hennara persónliga besta. Hon rakti tíverri ikki dagin.
——-
Betri gekk við 200m, ið hon rann sunnudagin, við tíðini 29,13 sek við -1,0 m/s.  Hetta er tætt uppá hennara persónliga besta, ið er 29,11 sek, ið hon rann við +0,6 m/s. So eitt góðkent úrslit.

Hennie Maria Samuelsen, 2007, leyp trístøkk leygaragin. Hon leyp hesu ferð 9,89 m og er hetta eitt gott persónligt met hjá Hennie.

Arina Ludvig Michelsen, 2005, royndi seg í trístøkk. Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá Arinu. Hennara longsta lop var tó 10,07m í mótvindi. Hetta er nakað frá hennara persónliga besta, men rakk tað allíkavæl til eitt silvurmerkið.
——
Arina rann 400m leygardagin við tíðini 70,3 sek. Hetta er eitt sindur frá hennara persónliga besta, sum hon rann fyri einum mána síðani.
——-
Eisini hevur hon runnið 200m uppá 29,13 sek, ið er hennara persónliga besta uttandura.

Bára Glerfoss, 2003, rann sín 100m uppá 13,21 sek, í einum mótvindi uppá -0,7 m/s.
Bára var ikki heilt nøgd, tí hon ætlaði at klára sítt persónliga met, sum er 13,11 sek, ið hon rann til VU spelen í juni í ár. Tó, hevði hon runnið hesa tíðina í maj í ár, hevði hon verið væl nøgd  So ein góðkendur 100m hjá Báru.
——-
Bára leyp eisini longdarlop og kom hon tætt uppá sítt persónliga besta, við úrslitinum 5,07m.
Besta lopið hjá Báru er 5,11m.

Jónas Isaksen, 2005, rann leygardagin 400m. Hetta gjørdi hann til ‘UG’, við tíðini 48,45 sek. Hetta er eitt flott persónligt met hjá Jónasi, nýtt føroykst met og gull til DMU.
—-
Sunnudagin leyp hann longdarlop. Í hesum teininum vann hann gull, við einum úrsliti uppá 6,67m. Hetta er væl frá hansara persónliga meti, ið er 7,15m, ið hann leyp til U18 EM í Jerusalem í juli í ár. Í longdarlopi, liggur Jónas fremstur á danska ranglistanum í hansara aldursbólki júst nú.
——
Seinni sunnudagin rann hann 200m, við eini tíð uppá 22,36 sek, ið er flott persónligt met, bronsuheiðursmerkið og enn eitt flott føroykst met.

Leon Johannesen, 2002, rann leygardagin 400m, við tíðini 52,35 sek.
Til FMU fyri viku síðani, rann hann sín besta 400m nakrantíð, við tíðini 51,70 sek.
——-
Sunnudagin rann Leon ein flottan 200m, við tíðini 23,23 sek og er hetta eitt flott persónligt met.

Tummas Sjóvará, 2002, rann leygardagin 400m við tíðini 51,08 sek. Hann rann eisini sín besta 400m til FMU fyri viku síðani, uppá 50,53 sek.

Andreas B. Antoft hevur verið í síni fyrstu kapping fyri FiF – Fredriksberg Idræts Forening. Hann rann leygardagin innleiðandi 100m uppá 11,46 sek. Hetta var nokk til eitt finalupláss. Finaluna megnaði hann at renna uppá 11,33 sek.
——
Sunnudagin rann Andreas 200m, uppá 22,97 sek.
Vit vóru øll glað um, at Andreas eisini kom út at eta við okkum sunnukvøldið, tá ið vit vóru á La Fiesta Mexicana og ótu.

3 íðkarar úr Treystinum, vóru eisini í kapping í vikuskiftinum.

Natalia Lydersen, 2008, var í longdarlopskapping, har hon leyp 4,20m (w -1,4) og harvið bøtti hon um sítt persónliga met. Hon hevur lopið eitt sindur longri í nógvum viðvindi. So tá ið hugsað verður um mótvindin, er hetta eitt gott úrslit hjá Nataliu.
—————
Hon rann eisini ein 100m eitt sindur seinni uppá 13,91 í mótvindi á -0,1 m/s. Hennara persónliga besta er 13,54 í viðvindi. Eisini skal hugsast um, at hon hevur lopið longdarlop beint áðrenn renningina og tað ikki besta fyrireikingin til ein 100m.

Vibeka Eihilt Sivertsen, 2005 rann leygardagin 400m, og kom á mál við tíðini 62,72 sek og er hetta hennara persónliga besta. So sera flott avrik hjá Vibeku.
Sunnudagin rann hon 800m við tíðini 2.26,79 min. Hetta er hennara besta tíð í ár og vísir hetta onkra framgongd hjá Vibeku.

So var tað Oddvør Josephsen, 2001. Oddvør rann fyri Treysti til DMU, men er júst farin til Aalborg at útbúgva seg og venur nú við Aalborg Atletik.
Oddvør hevur tikið seg sera nógv fram seinastu tíðina og er tað serliga innan sprintirnar, at hon hevur gjørt um seg. T.d. eigur hon føroyska metið á 200m, ið er 26,38 sek og liggur hon í tættari kapping við Tinnu Berg Jørgensen, um føroyska metið á 100m. Í skrivandi stund eigur Tinna hetta metið, ið er 12,78 sek.

Leygardagin rann Oddvør 100m, við tíðini 12,89 sek. Persónliga besta hjá Oddvør er 12, 85 og er hon sera tætt uppá.
——-
200m rann hon sunnudagin, við tíðini 26,49 sek. Hetta var nokk til eitt bronsuheiðursmerki. Tó eitt sindur frá hennara persónliga besta.

Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni var eisini við til DMU. Dánjal venir nú við Sparta.
Hann rann leygardagin 100m, við tíðini 11,69 sek, og er hetta hansara besta tíð á 100m.
Sunnudagin rann hann 200m, við tíðini 22,58 sek og er hetta eisini hansara persónliga besta.

Sum heild kann sigast um kappingina, at okkara íðkarar hava livað upp til sítt niveau.
Flestu teirra hava sett persónlig met í onkrari grein. 5 heiðursmerkir eru hálaði heim, nógv persónlig met eru sett og 2 føroysk met eru tikin.

Nú fer breytavenjingin í Føroyum í væl unta 4 vikurs pausu. Tó verður styrkivenjingin hildin við líka.

Vit fara nú at hugsa, eftirmeta og leggja næsta árið til rættis. Og gleða okkum serstakliga nógv, til næsta kappingarár. Fyrst vetrarkappingarnar innandura og síðani uttandura kappingarnar til várs.

Góða vetrarvenjing øll somul og takk fyri í ár.

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her
Til ber at síggja øll úrslitini hjá hvørjum einstøkum íðkara her

 

 

0 comment
1

Related Articles