Íðkarar úr 3 av okkara lokalfeløgunum eru við til DM fyri ung á Hvidovre Stadion.
Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta meginpartin av degnum. Onkra løtu tó eitt sindur ov nógvur vindur.
Nógv sera góð úrslit hava verið í dag. Nógv persónlig met og bólkamet eru sett. Eisini hevur onkur presterað undir oyggjaleikakravið og 2 føroysk met eru sett.
Fyrsta føroyska metið í dag, setti Elin Niclasen, tá ið hon kastaði spjótið 42,78m. Hetta er eitt flott persónligt met, væl yvir oyggjaleikakravið.
Vit ynskja Elini hjartaliga tillukku.
Seinna føroyska metið settu teir 4 bragdadreingirnir – Sveinur, Jónas, Andreas og Leon á 4x100m við tíðini 45,03 sek. Hetta gav teimum eisini silvur í DMU.
Hjartaliga tillukku dreingir.
Hvirlan hevur 7 íðkarar tilmeldaðar, Bragdið 12 íðkarar og Treysti 1 íðkara.
Flestu teirra hava verið í góðum kappingum í dag og verða við aftur í morgin.
Úrslitini frá leygardegnum eru her :