Leygardagin skipaði FÍF fyri ungdómssamling á Oyrabakka. Hetta er ein liður í at samansjóða tey ungu uppá tvørs av feløgunum, og fyri at geva teimum ungu aðrar ítróttarligar upplivingar enn tey dagliga fáa. Tiltakið hesuferð var fyri øll ung yvir 15 ár, sum venja frælsan ítrótt.
Tíverri raktu vit á eitt vikuskifti, har sera nógvur annar aktivitetur var á skránni. Sjúka og avboð afturat gjørdu so at bert 10 ung vóru á hesi annars spennandi ungdómssamlingini. Men tey 10 fingu fyrst eina spennandi og øðrvísi venjing í Taekwondo. Ætlanin var at ungi Høgni Kunoy Dávason, sum stovnaði Taekwondofelagið í Eysturoy bert 10 ára gamal, skuldi standa fyri venjingini, men hansara kroniska lungnasjúka kravdi at hann var í Danmark hetta vikuskiftið.
Ístaðin vóru tað pápi hansara Dávur Kunoy og systkinabarnið Dávid á Lakjuni, sum skipaðu fyri venjingini, sum vardi smáar tveir tímar, og sum endaði við einum spennandi dysti millum Guðrið og Sjøfn.
Unna Ró slapp av við innilæsta øði og sparkaði sum ein hestur
Guðrið skuldi eisini rasa út, og royndi av øllum alvi at sparka Sjøfn í høvdið í einum sera spennandi dysti, sum endaði javnur
Seinnapartin kom Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF at greiða frá um doping og dopingkanningar í Føroyum. ÍSF roynir av øllum alvi at fáa føroyska ítróttarumhvørvið at taka doping og dopingkanningar í álvara. Bæði fyri at vísa á tað vandamikla og óítróttarliga men eisini fyri at verja íðkaran við kunning um nýtslu av læknatilráddum heilivági.
Jarvin dugdi sera væl at greiða frá, og tey ungu lurtaðu so eldhugað, at svimjitíðin bleiv skorin við einari helvt
Vit endaðu dagin við at leypa í svimjihylin í Skúlanum við Streymin, sum tykist væl egnaður til slíkar samlingar við atgongd til fimleikahøll, køk, spennandi felagsøki, vakrari náttúru og so svimjihøllini.
Luttakararnir vóru samdir um, at hetta var gott og spennandi, og at slíkar samlingar skulu endurtakast. Vit fara tí í næstum at dagfesta og tilrættisleggja eina nýggja venjingarsamling.
Vit takka fyri hesuferð, og kicka ass aftur seinni. F.v.: Dávid, Maria, Oddvør, Hans, Rigmor, Unna Ró, Annika, Teresa, Guðrið, Sjøfn, Elin, Hervør og Dávur