Hóast Bjørg Svabo ikki var tilmeldað nakra kapping til FM, var tað aftur í ár hon, sum rann longst. Aftur og fram millum málið, kastiringin, sigurspallarnar, lopgrøvina, hæddarlopsmáttina… um aftur og um aftur. Tøkk fái hon fyri tær mongu góðu myndirnar frá so mongum kappingum. Her er ein lítil partur av tí, hon fekk burtur úr FM 2017. Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Hvirluni.
Annars síggjast øll úrslitini her
Treysti vinnur silvur og Hvirlan bronsu í 4×100 m. Bragdið var klárt fremst, men her fingu vit ein rimmar endabrest millum Aldu og Rebekku.
4×100 m menn. Bragdið hevur fingið leiðsluna eftir fyrsta túrin, men Magnus rann ein rimmar túr, og hóast Rúni flýgur, var tað ikki nóg mikið til at fylgja Magnusi. Endin var ein tryggur sigur til Hvirluna, sum hevði styrkt seg við Hans Sivertsen úr Treysti
Andrias Hansen vann loksins FM á 5.000 metrum, og 2017 er nærum fullkomið. Nú manglar bara eitt maraton-PM, sum helst skal koma í Frankfurt í oktober
So lupu tær úr blokkinum í 100m-finaluni….
..og Alda reyk avstað og helt leiðsluna til bara fimm metrar vóru eftir. Margit er ikki komin við enn á hesi myndini, men tað gjørdi hon seinni, tá hon stakk seg fram um allar og gjørdist spurtdrottning Føroya næsta árið
Eisini á 200 metrum sigraði Margit. Hetta var ein ómetaliga sterk og spennandi kapping. F.v.: Teresa, Elisabet, Margit, Rebekka, Alda og Oddvør
Tvey føroysk met fingu vit til FM. Júst her er tað Rebekka Fuglø, sum tekur metið á 400 metrum, har hon hóast harða mótstøðu, vann tryggan sigur. 2/100 sekund tók hon av gamla metinum. Nýggja metið er 59,15 sekund.
Dánjal Dahl Ljósheim stóð stinnur móti teimum 35 forðingunum, sum bíðaðu honum í finaluni á 3.000 m forðarenning. Hóast hann ongantíð hevði roynt teinin áður, rann hann rímiliga javnt, og kom heim í góðum stíli sum føroyameistari
Edna Maria Debes var einasti luttakari í 100 m rimarenning. Hon gav kortini alt hon átti, og var tað ikki fyri eitt lítið mistak móti endanum, so høvdu vit sannlíkt fingið enn eitt føroyskt met á degnum, tí bert 2/10 sekund væntaðu í.
Treysti hevur seinnu tíðina verið einaráðandi á 1.500 metrum. Hendan dagin vóru tað bert Rebekka og Oddvør, sum runnu. Oddvør goymdi krútið til aðrar kappingar, men Rebekka er so væl fyri, at hon klárar ikki at lata vera við at traðka harðliga á spitaran.
Julian vann tryggan sigur á 1.500 metrum. Regin Thomsen vann Roysninum eitt silvurheiðursmerki hvønn dagin, men Dánjal kom við einum dundur-spurti, og mundi tikið silvurið
4×100 m – Treysti: Rebekka, Birita, Urd (lænt frá Bragdinum), Oddvør. Bragdið: Karin, Margit, Teresa og Elisabet. Hvirlan: Edna Maria, Sunniva, Alda og Guðrið.
4×100 m. Bragdið: Daniel, William, Rúni og Andrias. Hvirlan: Tórur, Rúni, Magnus og Hans læntur frá Treysti)
4×400: Bragdið: Margit, Karin, Teresa og Elisabet. Treysti: Rebekka, Birita, Rannvá (maskottur), Maria og Oddvør.
Vinnararnir á 5.000 m hjá monnum: F.v.: Julian, Andrias og Martin
100 m kvinnur f.v.: Alda, Margit og Elisabet.
100 m menn: F.v.: Andreas, Tórur og Magnus
Heili seks FM-heiti vann Tórur Mortensen. Her tekur hann ímóti heiðrinum fyri 200 m, har Daniel D. Rein vann bronsu og Andreas B. Antoft vann silvur
200 m – f.v.: Rebekka, Margit og Elisabet. Margit var eisini ein av stóru stjørnunum til hesa FM-kappingina. Hon vann fimm kappingar: 100 m, 200 m, longdarlop, trístøkk og 4×100 m!!
400 m: F.v.: Margit silvur, Rebekka gull og Oddvør bronsu
400 m F.v.: Hans silvur og Rúni gull
Av øllum myndunum hjá Bjørg hetta vikuskiftið, er hon nokk fegnast um hesa, sum má sigast at vera søgulig. Maðurin og dótturin vunnu bæði gull í klingrukasti.
Hæddarlop. F.v.: Maria silvur, Teresa gull og føroyskt met, og Elisabet bronsu
Hæddarlop: Hans føroyameistari og Silas bronsu. Silvurvinnari var Andreas B. Antoft
Klingrukast: F.v.: Guðrið silvur, Helena føroyameistari og Sunniva bronsu
Klingrukast: F.v.: Helgi silvur, Heri føroyameistari og Magnus bronsu
Kúluvarp: F.v.: Edna Maria silvur, Sunniva føroyameistari og Guðrið bronsu
Kúluvarp: F.v.: Kristian Martin silvur, Tórur føroyameistari og Helgi bronsu
Sleggjuvarp: F.v.: Sunniva silvur, Guðrið føroyameistari og Edna Maria bronsu
Sleggjuvarp: F.v.: Helgi silvur, Heri føroyameistari og Bjarni bronsu
Spjótkast: Sunniva føroyameistari og K. Petersen-systrarnar silvur og bronsu.
Trístøkk: F.v.: Andrea Kirstina silvur, Margit føroyameistari og Teresa bronsu
Trístøkk: F.v: Magnus silvur og William Helmsdal føroyameistari
Gott at síggja kollfirðingin á Strondum aftur á Tórsbreyt. Helgi hevði ikki heilt gloymt gamlar dygdir
Heri fekk lagt enn eitt FM heiti í ævigu søgubøkurnar
Og Helena skrivaði seg í søgubøkurnar við sínum fyrsta FM-heiti. Men neyvan verður hetta tað seinasta.
Tórur Mortensen vann seks FM-heiti. Og tá var yndisgreinin trístøkk ikki við. Í longdarlopinum gjørdist talan um greiðan sigur.
Guðrið er í rúkandi framgongd við sleggjuni. Spennandi verður at fylgja henni komandi tíðina
Eisini hjá Sunnivu gongur við rúkandi ferð. Hennara vinnandi FM-kast hevði eisini vunnið henni bronsu á oyggjaleikunum!
Føroyskt met í hæddarlopi fingu vit eisini, tá Teresa fleyg upp um 1,55 m. Harvið legði hon ein sentimetur aftruat metinum hon setti til VU Spelen í juli. Hetta var triðju ferð í ár, at Teresa betraði føroyska metið í hæddarlopi.
Tá man ikki fær lopið sína yndisgrein trístøkk, er tað ikki so galið, at man kann kasta og spurta. Tórur vann gull á 100 m, 200 m, 4×100 m, longdarlopi, spjótkasti og her í kúluvarpi.
Og her er tað spjótkast, har øll seks køstini vóru yvir 40 metrar. Seinasta kastið var tað longsta – 44,60 metrarTreysti eftir kappingarnar á 4×400 metrar, har tað bleiv til gull í báðum førum. Kvinnurnar høvdu ein drápiligan kamp móti Bragdinum, sum varð avgjørdur við 2/10 sekund.