Home Uncategorized Føroyaleikir 3. dagur – frásøgn

Føroyaleikir 3. dagur – frásøgn

by Sølvi Reinert Hansen

Føroyaleikir hildu fram í góðveðrinum leygardagin við hesum greinum: 400 m, 5.000 m, 4×100 m longdarlopi og klingrukasti.

400 m
Hjá monnum vann Jónas Gunnleivsson Isaksen, Bragdið, við tíðini 52,35 sek., Tummas Sjóvará, Bragdið gjørdist nummar tvey við 59,08 sek., og Rógvi Johansen, Bragdið, nummar trý við 60,07 sek.

Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti var einasta kvinna á 400 m, og rann hon teinin uppá 64,13 sek., sum er persónligt met.

5.000 m
Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti ger rættiliga um seg á Føroyaleikum, og vann hon eisini 5.000 m kappingina við tíðini 21.15,79 min. Rigmor Napoleonsdóttir Arge úr Hvirluni gjørdist nummar tvey við 21.58,02 min. og Birna Abrahamsen, Hvirlan, bleiv nummar trý viå 23.59,48 min.

Eins og á 10.000 metrunum hóskvøldið kappast Peter Jensen, Bragdið, og Ingi Johannesen, Roysnið um heiðursmerkini á 5.000 m.

Peter Jensen, Bragdið, dróg aftur longra stráið og gjørdist nummar eitt við 17.26,71 min., Ingi Johannesen, Roysnið, bleiv nummar tvey við 17.54,55, sum er persónligt met, og Jaspur Højgaard, Roysnið, bleiv nummar trý við 18.32,39.

Longdarlop
Hópin av íðkarum, yngri sum eldri, nýttu høvið at royna seg í longdarlopi.

Hjá kvinnum vann Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, Bragdið. Hon leyp 4,81 m. Tinna Berg Jørgensen úr Hvirluni bleiv nummar tvey við 4,76 m, sum er persónligt met. Og Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, gjørdist nummar trý við 4,73 m, sum er ársbesta hjá henni.

Jónas Gunnleivsson Isaksen, Bragdið, vann kappingina hjá monnum við 6,26 m frammanfyri Andreas Bjarnastein Antoft, Bragdið, sum leyp 6.19 m.

Klingrukast
Tróndur Arge vann kappingina við 32,27, sum er persónligt met. Heri Ziska gjørdist nummar tvey við 28,92 m, og Hørður Joensen bleiv nummar trý við 20,16 m. Teir kappast allir fyri Hvirluna.

Hjá kvinnum sat Hvirlan somuleiðis á øllum. Lydia Poula Simonsen vann við 29,80 m, Helena Svabo Ziska gjørdist nummar tvey við 28,45 m, og Guðrið Káradóttir Petersen bleiv nummar trý við 27,33 m.

4×100 m
Bert eitt lið hjá kvinnum og eitt lið hjá monnum luttóku í 4×100 m renning.

Bragdið 1 (Bára Jógvansdóttir Glerfoss, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Arina Ludvig Michelsen) rann teinin uppá 52,87 sek.

Og hjá monnum var tað somuleiðis lið, umboðandi Bragdið (Rógvi Johansen, Andreas Bjarnastein Antoft, Jónas Gunnleivsson Isaksen, Óðin Jógvansson Glerfoss), sum rann. Teir runnu teinin uppá 48,46 sek.

Á seinasta degi av Føroyaleikum, sunnudagin, verður kappast í 100 m, 1.500 m, 4×400 m og spjótkasti.

Øll úrslitini frá degi trý eru at finna á hesi leinkju.
10.07.21 Føroyaleikir dagur 3 Úrslit

Og hópin av myndum, sum Bjørg Svabo tók fyri Hvirluna, eru at finna her.

0 comment
0

Related Articles