Home Uncategorized Føroyaleikir á Tórsbreyt – kunning og tíðarætlan

Føroyaleikir á Tórsbreyt – kunning og tíðarætlan

by Gunnvá Wardum

Hósdagin 8. Juli fara  Føroyaleikir av bakkastokkið á Tórsbreyt, har fyrstu kappingarnar verða skotnar ígongd kl. 18.00.
Hildið verður áfram fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

Fríggjadagin kl. 17, verður almenna setanin av Føroyaleikunum á Tórsbreyt og okkarar kappingar fortseta á breytini frá kl. 19.
Leygardagin byrja kappingarnar kl. 11 og sunudagin kl. 13.

Aftaná loknar kappingar sunnudagin, verða heiðursmerki handað og lutakast verður um nøkur Havnarkort og ein flogferðaseðil aftur og fram frá Atlantic Airways – hesin eftir egnum ynski á einum av norðurrutunum.
Allir íðkarar fáa handað eina ‘goodiebag’ frá ÍSF.

Føroyaleikirnir í Frælsum Ítrótti eru skipaðir sum ein kapping, har íðkarar í aldrinum frá 12 ár og upp til vaksin eru við.

Heiðursmerkini verða handa trimum teimum bestu í hvøjri grein soleiðis :

  • Í kastigreinunum teimum, ið kappast við amboðum í vaksnari vekt
  • Í lopgreinuum teimum, ið loypa frá planka
  • Í rimarenning teimum, ið renna um rimar í fullari hædd
  • Í øllum øðrum rennigreinum teimum, ið hava bestu tíð.

Innleiðandi umfør og finala verður í 100m hjá kvinnum og monnum og í 200m hjá kvinnum og monnum.

Neyva tíðarætlanin fyri kappingarnar á Tórsbreyt er her : Skrá-Føroyaleikir-nýggjast .

Nærri kunning verður um, hvussu sjálv setanin fer fram.

Vit í FíF ynskja øllum einar góðar Føroyaleikir.

0 comment
0

Related Articles