Home Uncategorized Heiðursmerkjahandan á Tórsbreyt sunnudagin 11/7 kl 15.15

Heiðursmerkjahandan á Tórsbreyt sunnudagin 11/7 kl 15.15

by Gunnvá Wardum

Seinasti dagur á Føroyaleikunum er sunnudagin 11. juli, tá ið kappast verður í hesum greinum: 100 m, 1500 m, spjótkasti og 4×400 m.

Eftir loknar kappingar kl. 15.15, verður heiðursmerkjahandan. Eisini verður lutakast millum allar íðkarar (um 10 gávukort), ið hava luttikið í kappingini hesar 4 dagarnar, og sum eru til staðar, tá ið drigið verður.

Drigið verður um Havnarkortið og um gávukort frá SMS, Sketchers, Sport24 og Atlantic Airways.

Harafturat letur ÍSF øllum íðkarum ein gávuposa.

Fyri at seta dám á løtuna, spælir Jens Marni fyri okkum.

0 comment
0

Related Articles