Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin
17. november kl. 13:00. Tiltakið er fyri øll, familjur við og uttan børn, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Vel millum 3 rutur 1,5 km – 5,5 km – 10,5 km. Vit byrja á økinum við Berg Hestar. Les um og síggj ruturnar á www.hvirlan.fo
Kerjar er samstundis annað umfar av BETRI Vetrarkappingini. Tey sum luttaka í vetrarkappingini renna 10,5 km (vaksin) og 1,5 km (børn).
Á málinum bjóða vit heitt kakao og bollar, og øll eru við í dráttinum um hesar vinningar:
1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborði í GRAS og morgunmati
2. Gávukort frá Heima í Havn
3. Gávukort frá Meira av tí góða
4. Gávukort frá INTERSPORT, gangi-/renniskógvar
5. Gávukort frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
6. Tjógv
Vinnararnir heinta vinningin á staðnum beinanvegin.
Melda til og rinda on-line á www.fif.fo Royndu rennararnir tilskila, um tey luttaka í vetrarkappingini her.
Renniblusa er til øll, ið melda til innan 10. november 2018. Tað ber eisini til at melda til á sjálvum degnum frá kl. 12:00, men tá fæst renniblusan ikki.