Home Landslið Landsliðshópurin á venjingarlegu í suðurspania

Landsliðshópurin á venjingarlegu í suðurspania

by Gunnvá Wardum
Beint undan fyrstu venjingini á tí einu av tveimum breytum í Albir
Útsýnið av breytini
Koordinatiónsvenjingar
Avjogg
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
60m test við fotocellum
Langtúr fram við strondini
Sandgrøvin verður gjørd klár
Mið- langteinabólkurin eina dagin.
Og eina dagin var regn
BeachVolley ímóti Hvidovre AM
BeachVolley ímóti Hvidovre AM
BeachVolley ímóti Hvidovre AM
BeachVolley ímóti Hvidovre AM
BeachVolley ímóti Hvidovre AM
Albir Garden Resort
Avkøling eftir venjing
Túrur til fjallabygdina Guadalest
Túrur til fjallabygdina Guadalest
Túrur til fjallabygdina Guadalest
Onkur løta var eisini til liggistólarnar
Og so høvdu vit eitt føðingardagsbarn á túrinum

Leygarkvøldið kom landsliðshópurin heim aftur av venjingarlegu í Albir í suðurspania, sum er tann fyrsta av sínum slagi, sum FíF hevur staðið fyri. Venjing undir heitari himmali, hevur verið eitt ynski hjá íðkarunum og hjá FíF í nógv ár. Heimafturkomin situr eftir, at hetta gera vit aftur.

At verða á eini venjingarlegu í sær sjálvum, er sera mennandi fyri einstaka íðkaran og eru orsøkirnar til tað nógvar.
Tó kann trekkjast fram, at íðkarin í tíðarskeiðinum tá venjingarlegan er, hevur nógv betri møgulleika at hugsavna seg um sín ítrótt og sína serstøku grein/ar, uttan ávirkan av skúla, arbeiði og tí sum annars fyllir gerandisdagin heima. Og ein stórur fyrimunur á eini venjingarlegu sunnanfyri er, at kropparnir eru væl hitaðir ígjøgnum og tí í nógv betri standi til at gjøgnumføra einstøku venjingarnar. Serliga er tað teknisku venjingarnar, ið eru truplar at gjøgnumføra um vetrarnar her heima og oftani eisini trupult vár, summar og heyst.
Orsøkin til, at vit valdu at fara júst nú var, at hetta er eitt boost av venjingarforminum og sera góð fyrireiking til summarkappingarnar, ið fara at byrja í maj.
Og so er sosiali vinkulin sjálvsagt ein stórur partur av eini slíkar ferð.

2 dagligar venjingar vóru lagdar tilrættis. Ein fyrrapart og ein seinnapart. Mikudagurin var so eitt slag av frídegi, har tey fyrrapartin spældu ‘beach-volley’ ímóti íðkarum úr felagnum Hvidovre AM, sum eisini vóru venjingarlegu í Albir. Og seinnapartin vóru tey eina útferð til fjallabygdina Guadalest.
Íðkararnir blivu deildir upp í høvuðsbólkar, í mun til, hvørja grein tey íðka. Kast, sprint/lop og langtein. Tað vóru tey trý – Randi Kúrberg, Rigmor N. Arge og Jógvan K. Glerfoss, ið løgdu venjingarnar tilrættis.

Tað vóru Unn og Tróndur í Sólorku, sum hjálptu okkum at skipa túrin.

 

0 comment
0

Related Articles