Home Uncategorized Skúlaleikir 2021 / 22

Skúlaleikir 2021 / 22

by Gunnvá Wardum

Skúlaleikir er eitt átak, sum skal geva næmingum og lærarum íblástur – uttan at krevja nakað eyka av skúlanum. Venjingarnar fara fram í ítróttatímanum og undirvísingarætlanir verða mentar.
Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Hetta verður skrivað á heimasíðuni hjá átakinum www.skulaleikir.fo, sum fer av bakkastokkið skúlaárið 2021/22.
Her ber eisini til at lesa meira um, hvussu leikirnir fara fram ígjøgnum skúlaárið.

Og í FíF gleðast vit serliga um, at Frælsur Ítróttur er ein av 4 greinunum, sum eru partur av skúlaleikunum hetta fyrsta árið. Badminton, Flogbóltur og Innirógving eru eisini partur av leikunum. Og fyri tey, ið hava serligan tørv, kann ítrótturin lagast til, við vegleiðing frá Parasport Føroyar.

Freistin at melda flokkin til skúlaleikirnar, er 20/8 og verður gjørt her.

Átakið hevur eisini eina facebook-síðu, har tað ferð at bera til, at fylgja leikunum .

 

0 comment
0

Related Articles