Her er tíðarætlanin fyri báðar kappingardagarnar í FM Ung, sum verður leygardagin og sunnudagin. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00 við m.a. spurtum, og í øllum spurtum upp til 400m verður í ár neyðugt við “avkrossing” í seinasta lagi 45 min. áðrenn start, tvs. fráboðan um at ein rennur við í ásettu grein. “Avkrossing” verður gjørd á uppslagtalvuni.
Annars er framvegis tørvur á hjálparfólki og tilmeldast kann á tilmeldingarsíðuni hjá FÍF. Heitt verður á íðkarar og dómarar/hjálparfólk um at møta í góðari tíð. Heitt verður eisini á áskoðarar um at halda seg uttanfyri kappingarøkið.
Tíðarætlan-FMU-2015-LEYGARDAGUR
Sunnudagurin byrjar við skrúðgonguni kl. 12.30.
Tíðarætlan-FMU-2015-SUNNUDAGUR
FMung 2015 startlistar leygardagin
FMung 2015 startlistar sunnudagin