Eins og í fjør vóru rennilíkindini av teimum allarbestu, tá Vetrarkappingin 2014/15 varð skotin í gongd við Tofta Skúla í dag. Lítla ælið, sum kom beint eftir startin, megnaði hvørki at køla ella køva Vetrarrennararnar, sum við fullari ferð hildu niðan brekkurnar.
Fleiri rennarar eru væl fyri í løtuni, og spenningurin var stórur, nú eingin Marnar Djurhuus var við, og nýggjur sigursharri skuldi finnast. Men hendan spenningin fekk Sam Vang tó skjótt oyðilagt, tí longu oman móti Æðuvíkarvegnum fekk hann lagt avgerandi frástøðu til Henry Olsen og Rúna Seloy.
44 ára gamli Sam Vang rann sera væl í dag, og vann ein tryggan sigur. Tíðin hjá honum gjørdist 37.03, og er hansara besta tíð nakrantíð Runt Agnið. Hóast 50 ár á baki, rann Henry Olsen eisini sína bestu tíð, og gjørdist nummar tvey. Ungi Teitur Bjarnastein legði varliga fyri, men tók síðani ein fyri og annan eftir, og tá saman um kom, var hann bert 14 sekund frá silvurplássinum.
Sam Vang rann sum ongantíð fyrr og vann tryggan sigur. Enn tryggari gjørdist sigurin hjá Valborg, sum var komin úr Danmark at renna Vetrarkapping
Í kappingini hjá kvinnum var Valborg Heinesen komin heim úr Danmark at renna sína fyrstu Vetrarkapping. Favorittur var hon av sonnum, og hon vann eisini ein tryggan sigur. Rigmir N. Arge var sjúk í seinastu viku, men megnaði kortini at renna seg til annað pláss við Durutu á Lofti beint í hølunum. Harða kappingin millum Rigmor og Durutu var samstundis kappingin um sigurin hjá kvinnuveteranunum, har Tórvør Ø. Vang endaði á triðja plássi.
Fyri fyrstu ferð í Vetrarkappingini varð kappast í bólki fyri superveteranar hjá kvinnum. Tað gjørdist Sunniva H. Olsen, sum vann fyrsta gullheiðursmerki í bólkinum. Silvur vann the grand old lady, Jóngerð H. Høgnesen, meðan Jessie Hansen bleiv nummar trý.
Veterankappingina hjá monnum vann Henry Olsen góðan hálvan minutt framman fyri Hall Holm, sum aftur var hálvan annan framman fyri Guttorm Sørensen á triðja plássi. Tað var super-duperveteranurin Jens R. Weihe, sum enn einfaferð vann gull hjá superveteranunum. Jósvein H. Olsen varð nummar tvey og Kári Simonsen nummar trý. Heilir 9 superveteranar vóru við í dagsins kapping.
Eingin kappaðist í dag í bólkinum við kvinnuuglingum. Men hjá mansunglingum var sterk luttøka. Miðteinarennararnir hjá Bragdinum hava vant dúgliga í heyst, og teir fingu veruliga víst styrki í dag. Tað var Teitur Bjarnastein sum vann ta kappingina frammanfyri Rúna Seloy, men klaksvíkingurin Julian Gregersen hevði eisini eina frálíka kapping, og var ikki langt aftanfyri. Bert 16 ára gamli Julian rann sína fyrstu kapping Runt Agnið, og var nær við at koma undir 40 min. í fyrstu royndini.
Í gentu- og dreingjabólkinum gjørdist eisini talan um mettluttøku. Sera gleðiligt var at síggja fleiri nýggj andlit, sum ikki hava roynt seg í Vetrarkappingini áður. Vit fingu nøkur merkisverd góð úrslit at síggja eisini. Bólkarnir fevna um fimm árgangir, so tey yngru hava ikki serliga stóran møguleika at vinna. Tað bilti tó ikki hjá Mariu Biskopstø, sum enn einaferð prógvaði, at hon kann blíva ein fantastiskur langteinari. 18.48 min. segði urið, tá hendan lítla 12 ára gamla hevði runnið teir fimm kilometrarnar! Hetta gav henni ein tryggan sigur frammanfyri Oddvør Josephsen og Elin Kristinu Ryan.
Gunnar Sivertsen rennur í dreingjabólkinum á seinasta ári. Hann fekk ein tryggan sigur við 18.01. Á øðrum plássi kom bert 11 ára gamli Hans Erland Thomsen við fantastisku tíðini 19.20. Triðjur var Dánjal D. Ljósheim við 19.30.
Eftir renningina var heiðursmerkjahandan afturvið einum góðum kaffimunni við heimabakaðari køku. Roysnið eigur stóra tøkk uppiborna fyri góða fyriskipan. Tað er fantastiskt at koma til slíka kapping, og vita at alt er í góðum hondum.
Annað umfar av Vetrarkappingini verður um tvær vikur. Tá verður Hvirlan vertur, og er hetta í sambandi við teirra motiónstiltak Kerjarenning. Meira um um tað kappingina her á síðuni mánadagin.
Skrivað hevur Hallur Holm
Myndir hjá Jóannes N. Poulsen: VK-1 Runt Agnið
Úrslit:
Úrslit VK-1 Runt Agnið 8. november 2014 kl. 11.00 | ||||
Nr. | Tíð | Menn opin bólkur (f. -1998) -10,3 km | ||
1 | 37.03 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 38.09 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
3 | 38.23 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
4 | 38.42 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
5 | 39.07 | Rúni Seloy | 1994 | Bragdið |
6 | 39.15 | Marnar Pattinson | 1970 | Roysnið |
7 | 39.28 | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti |
8 | 39.50 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
9 | 40.12 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
10 | 40.19 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
11 | 42.03 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið |
12 | 42.40 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
13 | 42.48 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
14 | 43.05 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
15 | 43.28 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
16 | 43.32 | Allan Dalsgarð | 1972 | Bragdið |
17 | 43.42 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
18 | 44.03 | Rógvi Johansen | 1997 | Bragdið |
19 | 44.06 | Jónsvein Herup Olsen | 1958 | Bragdið |
20 | 44.20 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið |
21 | 44.49 | Regin Mittún Petersen | 1979 | Bragdið |
22 | 45.06 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
23 | 45.11 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
24 | 45.51 | Bergur Didriksen | 1965 | Roysnið |
25 | 46.01 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
26 | 46.03 | Jákup Dahl Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
27 | 46.08 | Rani Friang Rasmussen | 1985 | Roysnið |
28 | 46.14 | Andreas Josephsen | 1968 | Treysti |
29 | 46.17 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
30 | 46.28 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
31 | 47.22 | Arnfinnur Helmsdal | 1970 | Bragdið |
32 | 47.28 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
33 | 47.28 | Áki L. Hansen | 1983 | Onki felag |
34 | 47.43 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
35 | 48.57 | Búgvi Ó. Eliasen | 1989 | Roysnið |
36 | 49.33 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið |
37 | 50.34 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
38 | 50.35 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
39 | 50.55 | Hans Karl Jacobsen | 1980 | Onki felag |
40 | 51.44 | Rói Dam | 1998 | Roysnið |
41 | 52.40 | Jógvan Olsen | 1977 | Roysnið |
42 | 54.10 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
43 | 54.26 | Bárður Højgaard | 1985 | Onki felag |
44 | 54.37 | Flemming Petersen | 1960 | Roysnið |
45 | 56.19 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
46 | 56.49 | Dan Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
47 | 58.24 | Kristian í Lambanum | 1954 | Treysti |
48 | 1.16.28 | Regin Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
– | DNF | Steingrímur Hallson | 1997 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Menn vet. (f. 1960 – 1969) – 10.3 km | ||
1 | 38.09 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
2 | 38.42 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
3 | 40.19 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
4 | 42.40 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
5 | 43.05 | Johnard Larsen | 1966 | Treysti |
6 | 43.28 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
7 | 43.42 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
8 | 44.20 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið |
9 | 45.06 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
10 | 45.11 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
11 | 45.51 | Bergur Didriksen | 1965 | Roysnið |
12 | 46.14 | Andreas Josephsen | 1968 | Treysti |
13 | 46.28 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
14 | 47.28 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
15 | 47.43 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
16 | 54.10 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
17 | 54.37 | Flemming Petersen | 1960 | Roysnið |
18 | 56.19 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Menn supervet. (f. 1959 ella fyrr) -10,3 km | ||
1 | 42.48 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 44.06 | Jónsvein Herup Olsen | 1958 | Bragdið |
3 | 46.01 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
4 | 46.17 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
5 | 49.33 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið |
6 | 50.34 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
7 | 50.35 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
8 | 58.24 | Kristian í Lambanum | 1954 | Treysti |
9 | 1.16.28 | Regin Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur opin bólkur (f. – 1998) – 10,3 km | ||
1 | 41.13 | Valborg Heinesen | 1986 | Bragdið |
2 | 45.33 | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 45.38 | Duruta Reginsdóttir á Lofti | 1969 | Bragdið |
4 | 46.39 | Beinta Hoydal Joensen | 1971 | Bragdið |
5 | 47.06 | Tórvør Østerø Vang | 1969 | Bragdið |
6 | 47.16 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið |
7 | 49.02 | Ann-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið |
8 | 49.06 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
9 | 52.02 | Ingun Sørensen | 1971 | Treysti |
10 | 52.30 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan |
11 | 54.00 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
12 | 54.52 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
13 | 55.11 | Ingibjørg Christensen | 1970 | Onki felag |
14 | 55.23 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið |
15 | 55.27 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
16 | 55.49 | Laila Jacobsen | 1962 | Frælsi |
17 | 56.00 | Eydna Petersen | 1973 | Hvirlan |
18 | 56.52 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
19 | 57.02 | Heidi Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
20 | 57.15 | Elin í Haraldstovu | 1961 | Bragdið |
21 | 59.26 | Tóta Árnadóttir | 1970 | Roysnið |
22 | 1.00.25 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið |
23 | 1.00.33 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið |
24 | 1.02.09 | Tina Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
25 | 1.02.58 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
26 | 1.03.26 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
27 | 1.04.54 | Maria Biskopstø | 1965 | Bragdið |
28 | 1.04.59 | Eileen Matras | 1971 | Treysti |
29 | 1.05.51 | Halldis á Grønastøð | 1972 | Treysti |
30 | 1.08.26 | Kára Samuelsen | 1965 | Bragdið |
– | DNF | Jónrit Dalsgaard | 1974 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur vet. (f. 1960 – 1969) – 10.3 km | ||
1 | 45.33 | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 45.38 | Duruta Reginsdóttir á Lofti | 1969 | Bragdið |
3 | 47.06 | Tórvør Østerø Vang | 1969 | Bragdið |
4 | 47.16 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 49.06 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
6 | 52.30 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan |
7 | 54.52 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
8 | 55.23 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið |
9 | 55.27 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
10 | 55.49 | Laila Jacobsen | 1962 | Frælsi |
11 | 57.15 | Elin í Haraldstovu | 1961 | Bragdið |
12 | 1.00.33 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið |
13 | 1.02.58 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
14 | 1.04.54 | Maria Biskopstø | 1965 | Bragdið |
15 | 1.08.26 | Kára Samuelsen | 1965 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Kvinnur supervet. (f. 1959 ella fyrr) – 10.3 km | ||
1 | 56.52 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 1.00.25 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið |
3 | 1.03.26 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Mansunglingar (f.1994 -1998) -10,3 km | ||
1 | 38.23 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
2 | 39.07 | Rúni Seloy | 1994 | Bragdið |
3 | 40.12 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
4 | 44.03 | Rógvi Johansen | 1997 | Bragdið |
5 | 46.03 | Jákup Dahl Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
6 | 51.44 | Rói Dam | 1998 | Roysnið |
– | DNF | Steingrímur Hallsson | 1997 | Bragdið |
– | ||||
Nr. | Tíð | Dreingir (f.1999-2003) -5 km | ||
1 | 18.01 | Gunnar Eihilt Sivertsen | 1999 | Treysti |
2 | 19.20 | Hans Erland Thomsen | 2003 | Bragdið |
3 | 19.30 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
4 | 20.23 | Steintór Egholm | 2000 | Bragdið |
5 | 20.30 | Hugin Jacobsen | 2002 | Bragdið |
6 | 20.47 | Ingi Johannesen | 2002 | Roysnið |
7 | 21.48 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti |
8 | 27.36 | Kristin Olsen | 2000 | Onki felag |
– | ||||
Nr. | Tíð | Gentur (f.1999-2003) -5 km | ||
1 | 18.48 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 22.38 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti |
3 | 23.09 | Elin Kristina Ryan | 2000 | Treysti |
4 | 25.04 | Urd Regnsdóttir á Lofti | 2001 | Bragdið |
5 | 25.40 | Bára J. Glerfoss | 2003 | Bragdið |
6 | 25.42 | Unna Ró Jacobsen | 2002 | Bragdið |
1 comment
Ein rætting…Tórvør var nr 3 hjá veterankvinnunum 🙂
Comments are closed.