Home Uncategorized VU-spelen – 2. dagur

VU-spelen – 2. dagur

by Gunnvá Wardum

Føroyingar hava staðið seg sera væl í VU Spelen. Í dag kom føroyskt met á 100 metra teininum hjá kvinnum, og harumframt fekk føroyska ferðalagið tvey heiðursmerki, fleiri bólkamet og eina ørgrynnu av persónligum metum.

Niðanfyri verða kappingarnar lýstar í tíðarrøð.

Fyrsti føroyingurin, ið royndi seg annan kappingardagin í Gøteborg, var Eiri J. Glerfoss. Hann rann 100m í D17-bólkinum, har 37 ungir menn vóru tilmeldaðir. Eiri hevur havt ein skaða at dragast við seinastu vikurnar og hevur tí ikki fingið vant við fullari megi. Hetta sýntist tó ikki at darva honum stórvegis í dag, tí í innleiðandi kappingini bøtti hann um sítt persónliga met og rann 100 metur teinin við tíðini 11,39 (0,0). Henda tíðin var so mikið góð, at Eiri kvalifiseraði seg til B-finaluna seinni um dagin. Eiri valdi at melda frá til B-finaluna fyri at tryggja sær, at skaðin ikki tók seg upp aftur.

Bára J. Glerfoss tók lut í G19-kappingini á 100 metra teininum. 30 ungar kvinnur vóru meldaðar til. Bára er væl fyri í løtuni, og í Copenhagen Open í farnu viku setti hon persónligt met á teininum (13,15 sek.). Fyrrapartin rann hon innleiðandi umfar, og við tíðini 13,19 sek. vann hon sær pláss í B-finaluna. Í B-finaluni gjørdist Bára nr. 5 og bøtti enn einaferð um sítt persónliga met við tíðini 13,11 sek..

Í 2021 megnaði Natalia Lydersen at seta bólkamet á 80 metrum í G13-bólkinum, tá ið hon rann stutta sprintteinin við tíðini 11,19 sek. Í dag skuldi hon kapprenna við slakar 100 gentur, ið vanliga venja og kappast í G14-bólkinum í grannalondunum. Natalia gjørdi sítt ítasta og kom á mál við tíðini 11,05. Hetta er persónligt met.

Føroyingar høvdu tveir luttakarar í 100 metra kapprenningini fyri kvinnur. Tann fyrra var Oddvør Josephsen (PM – 13,13 sek.), ið hevur verið millum skjótastu gentur og kvinnur í landinum seinastu 4-5 árini, og hin seinna var Tinna B. Jørgensen, sum hevur tikið renningina uppaftur eftir ein longri steðg, og sum ikki gjørdi mætari enn at seta føroyskt met á 100 metra teininum í Hvidovre seinasta vikuskifti (12,92 sek.). – Innleiðandi kappingini í dag gjørdist søgulig í føroyskari kvinnurenning, tí fyrst tók Oddvør føroyska metið frá Tinnu við at renna teir 100 metrarnar uppá 12,85 sek., og fáar minuttir seinni endurvann Tinna metið við tíðini 12,78 sek. Tað var góðkendur vindur í báðum førum. Báðar vunnu sær pláss í B-finaluni, ið var sett á skrá fáar tímar seinni. Í B-finaluni gjørdist Tinna nr. 5 (12,76 sek.) og Oddvør nr. 7 (12,85 sek.). Tíðirnar seinnapartin vóru ikki góðkendar, tí vindurin var ov nógvur (+2,2). Men ongantíð fyrr hava tvær føroyskar kvinnur runnið so skjótt sama dag.

Óðin J. Glerfoss royndi seg síðan á 80 metrum í D14-bólkinum. Seinast Óðin rann 80 m var til FMU í september 2021, tá ið hann nýtti 10,68 sek, um at renna teir 80 metrarnar. 80 metrar er ein populerur teinur á VU-Spelen, og hálvthundrað unglingar vóru meldaðir til start. Í innleiðandi renningini megnaði Óðin at seta nýtt persónligt met og bólkamet (10,15 sek.) og at vinna sær sæti í B-finaluni. Í B-finaluni endaði Óðin á einum flottum 4. plássi við tíðini 10,23 sek..

Andreas Antoft, ið hevur verið millum skjótastu dreingir og menn í landinum seinastu 3-4 árini, royndi seg í dag á 100 metra teininum. Tað var nógvur spenningur í luftini áðrenn kappingina, tí Andreas setti persónligt met seinasta vikuskifti í Copenhagen Open, tá ið hann rann teir 100 metrarnar við tíðini 11,20. Í innleiðandi umfarinum rann Andreas við tíðini 11,31. Í B-finaluni eydnaðist honum at bøta sítt persónliga met við tíðini 11,18 sek..

Yngsti íðkarin í føroyska ferðalagnum, Sigrið Hansdóttir, tók lut í spjótkasti seinnapartin. Spjótkast er ein ítróttagrein, ið Sigrið ikki hevur stórt kennskap til, men longu seinasta vikuskiftið, vann Sigrið Copenhagen Open, tá hon tveitti 400 gramm tunga spjótið 34,70 metrar fram eftir vøllinum. Hetta var nógv longri enn verandi bólkamet.
Í dag var Sigrið meldað til G12 bólkin, har yvir 20 gentur stóðu klárar við hvør sínum spjóti. Sigrið gjørdist ikki mætari enn at tveita spjótið 32,49 m. í fyrsta kasti, og hetta kastið megnaði eingin av kappingarneytunum at gera nakað við. Nummar tvey í kappingini gjørdist Lumi Pennanen úr Finlandi (31,23), og nummar trý gjørdist Elisa Østen úr Svøríki (30,04).
Hjartaliga til lukku við gullinum og stóra bragdinum, Sigrið.

Bára J. Glerfoss luttók í longdarlopi í G19-bólkinum. Bára er væl fyri í løtuni. Hetta vísti hon í Copenhagen Open seinasta vikuskifti, tá ið hennara longsta, góðkenda lop mátaði 5,11 metrar. Hon leyp tá eisini 5,24 m í eitt sindur ov nógvum vindi (2,2 m/s).
Í dag var besta lopið hjá Báru 4,95 m.

Hennie Maria Samuelsen og Sofía Højgaard umboðaðu føroyska landsliðið í kappingini í trístøkk. Tær tóku lut í G14-bólkinum. Trístøkk er ein teknisk krevjandi grein, og føroysku áskoðararnir fylgdu spentir við, tá ið tær báðar fóru ginandi fram til lopgrøvina. Besta trístøkkið hjá Hennie máldi 9,46 m, sum er uttandura persónligt met. Besta lopið hjá Sofíu var mált til 9,33 m., sum er persónligt met.

12-ára gamla Sigrið Hansdóttir, var ein av teimum 30 gentunum, ið hevði meldað til 1500 m kapprenningina í G13-bólkinum. Sigrið hevur ongantíð kapprunnið á so longum teini á breyt fyrr, so eingin visti rættuliga, hvussu Sigrið fór at svara aftur, tá ið eldru genturnar fóru at seta ferðina upp. Sigrið var kná frá fyrsta bríksli, og hon endaði sum nummar 3 av øllum við tíðini 5.06,11 min. Nr. eitt gjørdist Maia Kulle Andreassen (4.57,88 min.) og nr. tvey gjørdist Ingrid Skaar (5.04,83 min.). Báðar koma úr Norra.
Hjartaliga til lukku við bronsumerkinum og bólkametinum, Sigrið.

Andreas Antoft umboðaði Føroyar í kappingini fyri menn í longdarlopi. Persónliga metið hjá Andreasi á 6,69 metrar var sett í Greve í 2019. Longsta lopið hjá Andreasi í dag var 6,75 m. og harvið bøtti hann um sítt persónliga met.
Andreas gavst at leypa, eftir at hann í triðja lopinum lendi skeivt á fótinum í avsettinum. Eina løtu sá út til, at hann hevði finigð álvasaman skaða í fótin. Tíbetur var ikki so og helst hevur hann bert fingið ein stoyt.

Teresa F. Bláhamar, ið er besti hæddarleypari í Føroyum, tók lut í kappingini í longdarlopi í dag. Persónliga metið hjá Teresu varð sett til FM-kappingina í 2021 og er 5,10 metrar. Hetta langa lopið er eitt tekin um, at Teresa er stinn í fleiri greinum. Longsta lopið hjá Teresu í dag var 4,76 m, sum var hennara triðja og seinasta lopi.

Vibeka Sivertsen, ið hevur gjørt um seg í rennikappingum bæði á breyt og á vegi farnu árini, stillaði í dag upp til 400 metur kapprenningina í G17-bólkinum. Persónliga metið hjá Vibeku á hesum teininum er 1.04,13 og varð sett á Føroyaleikunum 2021. Í dag skuldi hon royna seg ímóti ikki færri enn hálvthundrað gentum, ið vóru føddar annaðhvørt í 2005 ella í 2006. Vibeka legði nógv fyri og kom á mál við tíðini 1.05,37.

Føroyingar høvdu tveir luttakarar í 400 metra kappingini fyri kvinnur. Tann fyrra var Maria Biskopstø, ið eigur føroyska metið á teininum (58,36 sek.), og hin seinna var Oddvør Josephsen, hvørs besta tíð er 60,31 sek. Hesar báðar knáu klaksvíksdamur, sum eisini íðka ávikavist fótbólt og hondbólt á bestu liðunum í Klaksvík, drivu á. Kappingin var sera hørð. Maria endaði sum nr. 10 við tíðini 59,87 sek., meðan Oddvør gjørdist nr. 12 við tíðini 61,72 sek..

U17-rennarin, Jónas Isaksen, megnaði fyri viku síðan at renna 400 m undir 50 sekund. Hetta er ein mílasteinur í 400-metra renning, og í dag vóru fólk spent at vita, um Jónas var førur fyri at endurtaka stóra bragdið. Jónas kappaðist í D17 bólkinum, og har vóru 4 rennarar – umframt Jónas – ið høvdu eina tilmeldingartíð, sum var undir 50 sekund. Jónas vísti sjáldsama stóra styrki í dag og kom á mál, sum nr 4 av øllum. Tíðin var 49,67 sek., ið bæði er persónligt met og bólkamet. Leggjast kann afturat, at tíðin hjá Jónasi er bara 0,21 sek. frá føroyska metinum.

Seinasti føroyingurin, ið kappaðist í dag, var Dánjal D. Ljósheim, ið hevur vant við danska felagnum Sparta seinasta árið. Dánjal skuldi royna seg á 400 metra teininum, og undan kappingini var persónliga metið hjá Dánjali 50,49 sek. Metið var sett fyri lítlum mánaða síðan í Keypmannahavn. Í dag gjørdist Dánjal nr. 8 av 23 rennarum við tíðini 50,01. Hetta er ein sera góð tíð, og tað er lítið at ivast í, at Dánjal skjótt fer at renna 400-metra teinin undir 50 sekund.

Øll úrslitini frá dagsins kappingum síggjast her.

Myndir og video síggjast á okkara síðu á facebook.

Triði og seinasti kappingardagurin verður í morgin, sunnudag.
Til ber eisini at fylgja kappingunum á Instagram.

0 comment
0

Related Articles