Home Úrslit Føroyaleikir 4. dagur – frásøgn

Føroyaleikir 4. dagur – frásøgn

by Sølvi Reinert Hansen

Á seinasta degi av Føroyaleikum varð kappast í 100 m, 1.500 m, 4×400 m og spjótkasti.

100 m
Andreas Bjarnastein Antoft vann hjá monnum við tíðini 11,94 sek., frammanfyri Jónas Gunnleivsson Isaksen (12,33 sek.) og Svein Silvurstein (12,63 sek.). Teir renna allir fyri Bragdið.

Hjá kvinnunum vann Margit Weihe Fríðmundsdóttir við tíðini 13,44 sek., frammanfyri Báru Jógvansdóttir Glerfoss (13,67 sek., ársbesta) og Teresu Fríðriksdóttir Bláhamar (13,77 sek.). Tær umboða somuleiðis allar Bragdið.

1.500 m
Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti setti enn einaferð persónligt met, tá hon vann 1.500 m kappingina við 5.13,50 min.

Spjótkast
Tróndur Arge úr HVirluni vann kappingina í spjótkasti hjá monnum við 41,26 m, frammanfyri Andreas Bjarnastein Antoft úr Bragdinum (35,88 m) og Hørð Joensen úr Hvirluni (28,93 m)

Elin Niclasen úr Hvirluni vann somu kapping hjá kvinnum við 34,37 m, sum er ársbesta hjá henni, frammanfyri Margit Weihe Fríðmundsdóttir úr Bragdinum (24,62 m) og Ai Waagstein úr Hvirluni (24,60 m)

4×400
Í seinastu rennikappingini vann eitt blandað lið av Bragda- og Treystirennarum (Bára Jógvansdóttir Glerfoss, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Vibeka Eihilt Sivertsen) við 4.21,28 min. á Treysti (Rebekka Fuglø, Óluvá Fuglø Hvannastein, Paulina Fuglø, Elsuba Maria Fuglø), sum runnu uppá 5.02,68 min.

Liðið hjá Bargdinum vann kappingina hjá monnum við 3.51,92 min. Teir, sum mannaðu liðið, vóru Óðin Jógvansson Glerfoss, Jónas Gunnleivsson Isaksen, Sveinur Silvurstein, Andreas Bjarnastein Antoft.

Við hesum vóru kappingarnar í frælsum ítrótti á Føroyaleikum, sum strektu seg yvir fýra dagar, komnar at enda. Skipað varð síðani fyri hugnaløtu í regninum á Tórsbreyt, har heiðursmerki vórðu handaði, gávukort vórðu útlutað millum luttakararnar og Jens Marni setti dám á við sínum tónleiki.

Øll úrslit frá degi fýra eru at finna á hesi leinkju:
11.07.21 Føroyaleikir dagur 4 úrslit

Myndir frá fjórða degi, sum Bjørg Svabo tók fyri Hvirluna eru at finna her.

Samlað yvirlit við úrslitunum frá øllum fýra døgunum eru at finna her:
Føroyaleikir 2021 – Øll úrslitini

0 comment
0

Related Articles